Nes kommuna
12.02.2026

Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at vaksa

Seinastu árini er fólkatalið í Nes kommunu vaksið sera skjótt.

1.      januar 2018: 1279 fólk

1.      januar 2019: 1326 fólk

1.      januar 2020: 1338 fólk

1.      januar 2021: 1399 fólk

1.      januar 2022: 1450 fólk

1.      januar 2023: 1502 fólk

1.      januar 2024: 1536 fólk

1.      januar 2025: 1586 fólk

1.      januar 2026: 1619 fólk

Seinastu 8 árini er fólkatalið vaksið við 340, ið svarar til ein vøkstur á 26,6 prosent ella í miðal 3,3 prosentstig um árið.

Fólkatalið fór av álvara at vaksa, tá ið verkætlanin um Eysturoyartunnilin var veruleiki. Tunnulin, ið var tikin í nýtslu í desember 2020, hevur veruliga sett gongd á vøksturin. Nes kommuna er nú veruliga partur av meginøkinum. Tað tekur t.d. bara 15 min. at ferðast til Havnar.

Kommunan hevur gjørt nógv við at útvega karmar fyri fjølbroyttum bústaðarmøguleikum, og seinastu árini eru fleiri útstykkingar gjørdar. Tað hevur verið nógv bygging av íbúðum og sethúsum, og tað verður framvegis nógv bygt.

Nýggjasta útstykkingin er gjørd við Høganesvegin, har útsýnið er framúr gott inn á Skálafjørðin. Har eru nýliga seld 8 sethúsagrundøki, og í næstu framtíð verður eitt íbúðarøki har, eins og aðrastaðni í kommununi boðið út.

Nes kommuna leggur stóran dent á at hava góðar umstøður til dagstovnarnar, skúla, ítrótttar- og frítíðarvirksemi eins og eldrarøkt. Vit fegnast tí um, at kommunala trivnaðarkanningina sum heild vísti góð úrslit.

Eitt úrslit skaraði heilt framúr, og tað var nøgdsemið við dagstovnaøkið, og tað eru vit í Nes kommunu serliga fegin um.