Nes kommuna
27.01.2026

Grundstykki til sølu mánadagin 02. februar kl. 13


Mánadagin 02. februar kl. 13.00 verður eitt tøkt grundstykki til sølu umvegis grundstykkjaskipanina á heimasíðuni hjá Nes kommunu. 

Talan er um grundstykki 2 við nýggja partin av Høganesvegnum.

Sí kort. 

Stykki 2 er uml. 502 m2, og ætlað til hús í tveimum hæddum.

Nýggja grundstykki verður liðugt grovplanerað, tó uttan rottanga og kostar kr. 760/m2. Stykkið verður endaliga matrikulerað út á várið 2026, og tí má keypari tola møguligar smærri tillagingar í fermetrum og prísi.