Nes kommuna
15.01.2026

Innskriving til 1. flokk

Innskriving til 1.flokk


Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum hósdagin 29.januar 2026 kl. 14.00 - 15.00

Vit hittast í miðhøll skúlans, har hava vit eina felags løtu. 

Viðv. parkering, so vísa vit til P-økið niðan fyri skúlan.

Vinaliga fyllið út skjal, ið tit hava fingið í samband við innskrivingina, og havið dóps- ella navnaseðil við.