Nes kommuna
06.01.2026

Borgarafundur um ferðavinnuætlan í Nes kommunu

Nes kommuna fer við hesum at bjóða til borgarafund í nýggja Undirhúsinum á Toftum mánakvøldið 12. januar kl. 19.30

Skrá:

·         Ferðavinnubólkurin í Nes kommunu leggur fram uppskot til ferðavinnuætlan

·         Høvi verður at seta spurningar og gera viðmerkingar

·         Kaffi og prát

 

Nes kommuna hevur latið gjørt uppskot til ferðavinnuætlan, men tað er umráðandi, at allir borgarar hava høvi at gera viðmerkingar og sína ávirkan galdandi..

Fundurin er ætlaður øllum borgarum í Nes kommunu.

Hjartaliga vælkomin!

NES KOMMUNA