29.12.2025
Tað krevst loyvi at brenna bál
Tey, ið ætla at brenna bál nýggjársaftan, kunna søkja um loyvi við at senda skrivliga umsókn til Skálafjarðar Kommunula Sløkkilið:
sks@sks.fo í seinasta lagi 31. des. kl. 12.00
Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
at bert reinur og turrur viður verður nýttur.
at veðrið er til vildar.
at økið verður ruddað skjótast gjørligt, og í seinasta lagi dagin eftir.
at navnsnevndur ábyrgdarpersónur verður uppskrivaður hjá SKS.
Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.
Nes kommuna