Onnur tíðindi

Vitjanartænasta nú eisini í Nes kommunu

Nú er vitjanartænasta eisini í Nes kommunu og er samstarv tikið upp við Reyða kross í hesum sambandi.

Seinasta hóskvøld var kunnandi fundur á Vestuskin á Toftum um nýggju Vitjanartænastuna í Nes kommunu, har Reyði krossur greiddi frá skipanini. Marin Samuelsen, Jóannes Eidesgaard  og Eyrith Guttesen Leyni luttóku frá Reyða krossi. Eisini vóru umboð frá Økistænastuni Roðanum og bygdaráðnum við á fundinum.

Kunningarfaldari er gjørdur, sum kemur at liggja í handlum og á øðrum almennum støðum í Nes kommunu.

At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tú vitjar vin tín eina ferð um vikuna. Hvør vitjan varir ein til tveir tímar, ella eftir avtalu.

Sum vitjanarvinur skalt tú vera minst 18 ár, vera álítandi, vinarlig/ur og virða menniskju, sum tey eru. Vitjanarvinir hava tagnarskyldu.

Hevur tú hug at gleða við eini vitjan ella kundi tú hugsað tær ein vitjanarvin ?

So set teg í samband við  Reyða Kross Vitjanartænastuna í Nes kommunu:

Eigil Andersen, Nes, telefon 212129 ella teldupost eigadd@olivant.fo

Maja Højgaard Jakobsen, Toftir, telefon 24 41 73 ella teldpost x-size@olivant.fo

Á myndini frá vinstru, Marin Samuelsen, Eigil Andersen, Jóannes Eidesgaard, Maja Højgaard Jacobsen og Eyrith Guttesen Leyni.