Onnur tíðindi

Vaskifólk til Tofta skúla

Søkt verður eftir fólki at gera reint í Tofta skúla. Starvið verður sett frá 1. apríl 2022.

Vaskað verður 23 tímar um vikuna, tá skúlagongd er.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.

Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu, Toftavegur 3, FO-650 Toftir, ella við telduposti til nes@nes.fo í seinasta lagi 10. mars 2022.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til umsjónarmannin í Tofta skúla, telefon 565003.

Nes kommuna