Onnur tíðindi

Várdagar á Bókasavninum í Nes kommunu

Bókasavnið fer á Várdøgunum at fagna nýføroyingunum í kommununi. Í ár fer Bulgaria at seta dám á bókasavnið

Bókasavnið í Nes kommunu hevur opið hvørt kvøld frá má. – hós. á
Várdøgunum. Ymisk tiltøk eru á bókasavninum hesar dagarnar.

Mánakvøldið 28. apríl kl 19-21 verður plantuverksstova v/ Aneliu Philbrow. Pláss er er fyri uml. 12 luttakarum. Tilmelding á 506621 Anelia Philbrow.

Týskvøldið 29. apríl er bókasavnið opið 17-19. Søguløta við Jonnu Poulsen.

Mikukvøldið 30. apríl er bókasavnið opið frá 19-21.

Hóskvøldið 1. mai kl 19.30:

Einmansleikurin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” við Jógvan Andrias Joensen. Tónleikur og ljóðmynd við Edvard Nyholm Debes.

Menninir í Undirhúsinum syngja eisini nakrar sangir.

Bjóðað verður kaffi og køka.

Tiltøkini eru øll ókeypis.