Onnur tíðindi

Vælkomin til alment hátíðarhald, 1. Apríl 2017, í Tofta skúla

Skrá vaksin,
í fimleikarhøllini (Jóannes Hansen verður orðstýrari)

Kl. 14.00
Borgarstjórin bjóðar vælkomin

Kl. 14.20
Helgi Jacobsen, rithøvundur, greiðir frá, hvussu Nes kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna

Kl. 14.40
Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni syngur 3 sangir:
Tíðin rennur sum (Fr. P. / H.J.H.); Eg oyggjar veit (Fr. P. /  H.J.H.); Lítlan (T.N. Djurh. / Dan Højgaard)

Kl. 14.50
Alfred Olsen, fyrrverandi bygdaráðsskrivari, hugleiðir um Nes kommunu í 50 ár

Kl. 15.10
Helgi Jacobsen, rithøvundur, greiðir frá Bygdasøguni Nes, Toftir, Saltnes, sum kemur út um mánaðarskiftið apríl/mai 2017

Kl. 15.30
Næmingar úr 3., 4. og 5. flokki syngja og spæla
Gentukór úr framhaldsdeild syngur

Kl. 15.40
Bjóðað verður til fiskasuppu, kaffi og kaku.

Skrá børn,
í miðstovuni/bókasavninum, á 2. hædd

Kl. 14.20
Fívlar (v/Bárði & Bergi), og Bárður Hansen, undirhalda við sangi, skemti og gykli

Kl. 15.20
Verður bjóðað til pylsubreyð og sunkist.

Næmingaframførslur
Kl. 16.30
– Sjónleikur verður í miðhøllini, 8. flokkur
– Filmir og myndir verða víst í 10. floks stovuni. Eisini verður spurnarkapping. 9. og 10. flokkur.
– Upplestur og siðsøguligt tilfar í bókasavninum, 6. og 7. Flokkur.
1. og 2. flokkur hava gjørt vimplar, sum prýða tjøldini í miðhøllini.

Annað
Møguleiki verður at tekna/melda seg til at keypa bind 1 og 2 av bygdasøguni. 1. apríl er kostnaðurin 250,- kr. pr. bind.
(Vanl. prísur: 350,-).

Parkering
Víst verður til økið við Nebo, BankNordik og havnalagið.