Onnur tíðindi

Vælkomin á Svangaskarð hósdagin kl. 17 !

Í samband við U21 landsdystin á Svangakarði hósdagin, 6. juni kl. 17.00, er fylgjandi heilsan skrivað til blaðið, sum FSF gevur út í samband við dystin.

FSF boðar frá, at tað verður ókeypis atgongd.

Vælkomin á Svangaskarð !

Hjartaliga vælkomin á Svangaskarð á Toftum, til U21 landsdyst millum Føroyar og Kasakstan.

Talan er um fyrsta dyst í undankappingini til EM endaspælið í 2021. Hini liðini í okkara bólki eru Montenegro, Norðurmakedónia og Ísrael.

Tað gleðir okkum í Nes kommunu, at FSF framvegis nýtir Svangaskarð til heimavøll og leggur fleiri av okkara U21 heimadystum á Svangaskarði. Seinasti U21 landsdystur á Svangaskarði var fyri einum ári síðani, móti Finnlandi.

Í dag vitjar U21 landsliðið úr fjarskotna asiatiska landinum, Kasakstan. Landið er sera stórt, á stødd við alt Vestureuropa, arealið er knapt 3 mio. km2 og har búgva uml. 20 mió. fólk. Á vøllinum eru vit tó 11 móti 11.

Kasakstan hevur áður vitja á Svangaskarði, í 2003, og vann okkara A-landslið tá 3-2 í venjingardysti.  Á somu ferð vann Føroyar eisini 2-1 á Tórsvølli. 10 ár seinni, í undankappingini til HM 2014, var A-landsliðið í bólki saman við Kasakstan. Føroyar taptu á útivølli í 2013 og leiktu javnt á heimavølli sama ár.

Síðani fyrsta landsdyst á Svangaskarði i 1992 móti Belgia, hava nógv lond og nógvar fótbóltstjørnur vitja á Toftum. Nógv fantastisk fótbóltsupplivilsir eru at minnast afturá, og vit gleða okkum framyvir at taka ímóti nógvum komandi fótbóltsstjørnum.

Vegna Nes kommunu ynski eg øllum vælkomnum á Svangaskarð og ein góðan dyst, og ynski Eli Hentze og hansara monnum góða eydnu í hesi undankapping, sum nú verður skotin í gongd.

Við fótbóltskvøðu

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri