Onnur tíðindi

Umbygging á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi  

Tá kommunalu fíggjarætlanirnar vórðu lagdar fyri verandi ár – 2020 – samdust tær tríggjar kommunurnar í eldrasamtakinum Roðin um, at seta pening av til umbyggingar á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík. Tá bleiv mett, at samlaði kostnaðurin fór at vera á leið 13,7 mió. kr., og samdust partarnir um at klúgva útreiðsluna yvir tvey fíggjarár – 2020/21.

Endamálið við umbyggingini er m.a.:

  • at rationalisera køkshøpið, har farið verður frá tveimum til ein køk, sum liggur høgliga plaseraður í húsinum.
  • at umbyggja soleiðis, at allar funktiónirnar, sum í dag húsast í kjallaranum í Heilsudeplinum í Runavík, flyta niðan á Ellisheimið.
  • at fáa tikið svimjingarhylin á heiminum í brúk aftur, eftir at hann hevur staðið tómur í meiri enn 10 ár.

Tað er Teknistovan Gøta sum hevur teknað og fyrireikað útbjóðingina. Tøkniligur ráðgevi hjá Roðanum hevur verið felagið RÁÐ – ráðgevandi verkfrøðingar.

Nú er nakað fráliðið síðan tilboðini komu inn, og nú ein dagin, stutt herfyri, skrivaðu hesir partar undir sáttmálar við Roðan umvælingini viðvíkjandi:

HVS:                        Zacharias Leitisstein

Ravmagn:             Maskinhandilin í Saltangará

Timburarbeiði:    Búsetur

Køkur:                      Leif Mohr

Ætlandi byrjar arbeiðið alt fyri eitt og samsvarandi tíðarætlanini verður tað liðugt  seint næsta summar.

Samlaði kostnaðurin liggur um metingina, ið var gjørd frammanundan.