Onnur tíðindi

Trivnaður, framburður og burðardygg menning við skilagóðari fíggjarstýring

Fyri júst einum ári síðan fór nýggja bygdaráðið til verka í góðum treysti. Samstarvið í bygdaráðnum hevur frá fyrsta degi verið sera gott.

Nývalda bygdaráðið hevur sett sær sum stavnhald framhaldandi at skapa fortreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring.

Sum áður frásagt í tíðindastubba í gjár, hevur kommunan seinasta árið havt metstórar inntøkur. Fólkatalið í Nes kommunu er eisini vaksið munandi, og var um árskiftið 1452.

Samstarvið við grannakommunurnar um eldraøkið, barnaverndartænstuna, sløkkiliðið o. a. hevur verið sera gott. Her kann nevnast, at um stutta tíð er umvælingin og umbyggingin á EER liðug. Hetta merkir m. a., at heimið hevur fingið nýggjan køk, og at svimjihylurin verður virkin aftur.

Stutt kunning um tær størstu íløgurnar um ársskiftið

Størsta einstaka íløgan í 2020 og 2021 var í nýggja Frítíðarskúlan. Fyri summarfrítíðina í fjør var nýggi parturin av Frítíðarskúlanum tikin í nýtslu. Samstundis hevði nýggja bygdaráðið samtykt at umvæla ein stóran part av eldra partinum av bygninginum, eins og gera uttanumøkið meira hóskandi. Eftir ætlan verður hetta arbeiðið liðugt tíðliga í hesum árinum.

Í desember 2020 varð nýggja útstykkingin við Høganesvegin liðug. Talan var um 11 grundøki niðan fyri vegin. Seinni er eitt grundøki matrikulerað afturat, so talan er um 12 grundøki. Øll grundøkini eru seld, og fleiri hava fingið byggiloyvi.

Á sumri 2021 varð eitt øki á 2000 fermetrar við Høganesvegin, oman fyri vegin, boðið alment út til bygging. Inn komu trý spennandi hugskot. Bygdaráðið valdi at taka av hugskotinum hjá KBH, sum í næstum fer undir bygging av seks randarhúsum í økinum.

Í sama øki við Høganesvegin, omanfyri vegin, er ætlanin at loyva fleiri byggingum av íbúðarlonum, randarhúsum v. m. Eisini er ætlanin at fremja somu bygging við vatnbrunnarnar við Regnavegin. Byggisamtyktin við Høganesvegin eins og við Regnavegin er nú góðkend og broytt samsvarandi hesum. Kommunan hevur søkt um loyvi at keypa meira lendi við Høganesvegin og Regnavegin. Tá ið hetta er avgreitt, vónandi heilt skjótt, fer kommunan at bjóða út meira byggilendi.

Á vári 2021 samtykti bygdaráðið at fara undir útstykkingina á Ólavsvegi, sum er framhald av Gaddavegnum. Talan er um veg til 9 grundøki, sum øll eru umbiðin. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt nú í januar.

Seinastu árini hevur nógv virksemi verið á Kneysum. Kommunan gjørdi vegin og økið byggibúgvið, móti ávísum gjaldi, til íbúðarlonirnar hjá Bústøðum.  Í sama øki, ella við Heygsvegin, hevur KBH gjørt tvær íbúðarlonir. Í hesum sambandi hevur og fer kommunan at breiðka vegin og gera p-øki. Kommunan fegnast um, at um stutta tíð búgva fólk í øllum 34 íbúðunum á Kneysum og við Heygvsvegin.

Í fjørsummar varð gamli parturin av Barnagarðinum á Svangaskarði klæddur. Byrjað varð eisini at gera uttanumøki betri. Peningur er avsettur til framhald av hesum arbeiði í 2022.

Partur av Tofta skúla, sonevndi 1958-bygningurin, varð klæddur í heyst. Í hesum sambandi verður -um ikki so langa  tíð – skúlans búmerki sett á vestursíðuna. Í 2022 er ætlanin at fáa nýggja ventilatiónsskipan í svimjihylin og betri umstøður til musikkskúlan. Eisini hevur kommunan avsett pening til at bøta um uttanumøki skúlans. Dagføring av 1981-bygninginum fer eisini eftir ætlan at halda fram komandi árini.

Seinastu árini hevur økið og ítróttarhúsið á Svangaskarði verið dagført. Í 2021 varð B68-húsið málað og ein nýggj goymsla gjørd. Í fíggjarætlanini fyri 2022 er peningur avsettur til at dagføra køkin, seta eina girðing á vestursíðuni á vøllinum og gera eina málgoymslu.

Til tess at bøta um kyrruna í Oyrahavnini eru kanningar gjørdar, sum vísa, at neyðugt er at leingja grótverjuna. Í fíggjarætlanini fyri 2022 er peningur avsettur til at spreingja bakkan norðan fyri MJ-saltsøluna. Grótið úr økinum verður fyrst og fremst brúkt til at leingja grótverjuna í Oyrunum. Tó verður ein minni partur brúktur til at gera eitt øki byggibúgvið norðan fyri Saltsøluna.