Í viku 28 byrjar reinsitænastan hjá IRF at tøma rottangar á Nesi. Síðani verður hildið fram á Toftum og í Saltnesi.
Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið vit koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð
Vit heita á fólk um at tryggja:
at tangin er lættur at koma til
at tað er grivið væl frá rundan um lokið
at lokið er væl fest, men lætt at loysa
at lokið er trygt og heilt
at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt
Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu starvsfólk okkara loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.