Onnur tíðindi

Tilmeldingarlisti til grundstykkir

Á bygdarráðsfundi í Nes kommunu 26. Juni 2017 samtykti bygdarráðið at fara undir 2 nýggjar útstykkingar. 8 grundstykkir norðureftir frá verandi Gaddavegi og 8 grundstykkir norðureftir frá verandi Høganesvegi. Nes kommuna fer nú undir eina tilgongd at ogna sær økini, at tekna og gera ætlan fyri útstykkingarnar. Nú er møguleiki at seta seg uppá ein tilmeldingarlista.

Tilmeldingarlistar:
Hóast útstykkingarnar ikki eru klárar, er nú møguleiki fyri at seta seg uppá ein tilmeldingarlista til hesi grundstykkir. Tá útstykkingarnar eru endliga projekteraðar og góðkendar, verður lutakast millum tey fyrstu á tilmeldingarlistunum, um hvat fyri grundstykki tey fáa.

Fyri at koma á tilmeldingarlistan, og tryggja javnbjóðis møguleika, eru niðanfyri settu treytir galdandi:
– Tað eru 2 tilmeldingarlistar: 1. Gaddavegur og 2. Høganesvegur
– 18 ára aldursmark er fyri at koma á tilmeldingarlistan
– Fyri at koma á tilmeldingarlistan skal gjaldast kr. 30.000 á konto nr. 6460-220.640.6 hjá Nes kommunu. Tilmeldingin er galdandi tá umsókn, um at koma á listan, og tilmeldingargjaldið er Nes kommunu í hendi. Tilmeldingargjaldið verður mótroknað tá grundstykkið skal gjaldast.
– Tú skal hava ítøkiligar ætlanir um at byggja á grundstykkið. Sambært galdandi reglum skal byggjast í seinasta lagi 2 ár eftir, at skeytið er útskrivað.

Fyri at koma á tilmeldingarlistan skal skrivliga boðast frá hjá:

Nes kommunu
Toftavegur 3
FO-650 Toftir

Ella við telduposti á nes@nes.fo