Onnur tíðindi

Talgilt koyri- og borgarakort

Mál nr. 15/2022 – Koyri- og Borgarakort – Talgildu Føroyar ALMENT

Talgildu Føroyar ætla at fara undir verkætlan í næstum, sum skal menna eitt talgilt koyri- og borgarakort.
Tey meta, at verkætlanin fer at kosta uml. 2 mió.
Nakað av fígging er fingin til vega:
– Apotekið, Strandferðslan, Akstovan, Tórshavnar-, Klaksvíkar-, og Runavíkar kommuna eru við.
Eftir at fíggja eru kr. 300.000.
Talgildu Føroyar hevur vent sær til Kommunufelagið fyri at gera eina felags avtalu, men tað bar ikki á mál. Síðani hava tey vent sær beinleiðis til hvørja einstaka kommunu til tess at vita, um áhugi er at vera við. Skipað varð fyri fundi at tosa nærri um ætlanina. Eystur-, Sunda-, Vága-, Vágs- og Nes kommuna hava víst verkætlanini áhuga. Talgildu Føroyar løgdu fram ein fíggingarleist, sum vísti, at parturin hjá Nes kommunu verður 50.000 kr
Á fundi tann 22.02.2022 mælir Fíggjarnevndin til játta at vera við í verkætlanini við kr. 50.000 og at peningurin verður tikin av stovninum “Aðrar kommunalar útreiðslur”, Talgildu Føroyar.
Tilmælið hjá Fíggjarnevndini varð einmælt samtykt.