Onnur tíðindi

Talan hjá Tórði við Toftavatn

Týskvøldið 29. mai, var árliga hugnaløtan við Toftavatn, sum Runavíkar- og Nes kommunur skipað fyri. Í ár helt Tórður Mikkelsen, sum m.a. er kendur frá “Við Tórði á túri”, taluna, sum verður endurgivin her niðanfyri:

Mynd: Tórbjørn Jacobsen

Gott kvøld kæru áhoyrarar

“Øll tit, ið ganga kunnu. Summarið er komið. Farið út í nátúrunnar urtagarð og skoðið tað vakra, tit har kunnu finna. Tit finna valla  nakrar aðrar staðir so  vakrar  líðir, so vøkur fjøll, sum júst heima hjá okkum sjálvum,  rákaløg,  skorar, fuglabjørg, tjarnir og vøtn.  Nýtið heimsins  ríkastu  náttúru  við tí  yðjandi fuglalívi.  Tit kunnu gera hetta alt samdøgrið,  nú tað  ikki  avdagast longur í staðin fyri at leita aðra staðir, har sjónfátækari er, og  dagurin um sama mundið nógv styttri.

Vitjið fjøllini, meðan beinini enn orka. Tá hava tit minnini eftir, tá tit seinni eru so kropsmókað, at tit kenna tykkum sum fjøtrað at sita heima. Tá kunnu vit við Karsten Hoydal siga: “Lívið, dýra undur, eg var lutur av ” og  við Christani Matras siga: “Tað var gott at vera menniskja”.

Taki fult undir við hesum boðskapinum, sum varð borin fram í endanum av norðoyastevnurøðuni í 1997. Tann, sum helt hana, var Michael Matras, viðingur, sum var lærari í Klaksvík í mong ár. Tosaði við hann nú ein dagin. Hann er 82 ára gamal og framvegis virkin bæði í bø og haga.

Havi ongantíð gloymt boðskapin hjá gamla læraranum, sjálvt um hetta var  áðrenn hetta nýggja rákið, at fólk í hópatali fóru at valfarta í fjøllunum og ein lutfalsliga fittur partur setti sær málið at koma niðan á øll fjøll, so eitt flugubein í telduni kann standa við hvønn tind í landinum. Hetta er ein nýggjur sportur, men ein góður og heilsufremjandi sportur, um fólk brúka vit og skil.

Tað er sanniliga nógv broytt síðani norðoyastevnurøðuna í 1997. Nærum dagliga hoyra og síggja vit í fjølmiðlunum, at bøndur kring landið  siga seg vera komnar í neyð av útlendskum ferðafólkum, og summir rópa neyðarróp.  Tað eru eggjandi myndir á t.d. Instagram og øðrum pallum sum gera, at fólk runt um í heiminum seta sær fyri at vitja hesar fossar, fjøll og annað serstakt í okkara náttúru. Og tað leggur stórt trýst á tey støðini, og tað  eru nógv sum vænta, at hetta fer at økjast nógv, tí tað eru fleiri og fleiri fólk, ið hava tíð, pengar og ikki minst áhuga at vitja øðrvísi støð.

Kortini havi eg tað álit á teimum sum stíla fyri, at allir partar virka saman um at finna góðar loysnir, soleiðis at ferðavinnan kann gagna okkum øllum og ikki  av marka  møguleikarnar hjá okkum føroyingum at uppliva okkara vøkru náttúru.  

Her á okkara leiðum eru ikki tey hægstu fjøllini ella teir størstu fossarnir. Men her er sanniliga nógv náttúra og ein stórfingin vakurleiki.  Sjálvur havi  eg  altíð  hildið, at Toftavatn er vakrasta vatnið í Føroyum og tað haldi eg framvegis.  Tað er balsam fyri sálina at ganga her og tað er gleðiligt, at nógv fólk nýta  henda  møguleika.

Tað var nú gott, at munnin í Eysturoyartunnlinum á hesum arminum ikki varð staðsettur her uppi í lendinum við Toftavatn, sum ætlanin var einaferð.  So  mugu vit vóna, at politikarar og embætisfólk  liva upp til ábyrgdina  og finna  eina  virðiliga loysn fyri vegin gjøgnum Runavík, Saltangará og Glyvrar og Søldarfjørð við.

Tað verður spennandi at síggja, hvørjar broytingar Eysturoyartunnilin fer at hava við sær. Sjálvur eri eg sum kunnugt av Toftum og eg búgvi  beint  hinumegin Tangafjørð -inni á Gøtu í Hoyvík. Hjá mær verður  tað so  mikið  makaleyst, at eg næstan kann rulla oman í tunnilin og brúka brekkustart  beint áðrenn eg komi niður á botn í tunnlinum og so koyra upp aftur  hesumegin.

Annars er tað ikki so galið at búgva Inni á Gøtu og síggja ein stóran part av Skálafjørðinum. Og úr stovuvindeyganum síggja vit eisini  økið  millum  Stong og Eystnes og ein  part av sumrinum síggja vit sólina rísa úr havsbrúnni,  um vit eru nóg tíðliga á fótum.

Herfyri segði ein maður við meg, at tá tú kemur upp í árini, verður  50  prosent nostalgi. Eitt áhugavert sjónarmið, sum eg havi hugsað nógv um, og eg má geva honum rætt.

Havi ongantíð verið serliga romantiskur – tað kann konan skriva undir uppá – og haldi heldur ikki, at eg havi verið serliga nostalgiskur á yngri árum. Men sum árini eru løgst afturat, havi eg lagt til merkis, at tað er ikki so sjáldan, at onkur skuffa í hugaheiminum fer uppá glopp, og bráddliga minnist eg okkurt frá barna- og ungdómsárunum, sum hevur ligið væl  og  virðiliga goymt øll hesi árini síðani.

Men kanska skal ein ansa eftir, at nostalgiin ikki fer upp um 50 prosent, tí so verður tað mesta aftureftir. Vit mugu jú eisini vera í núinum og helst  eisini geva okkara íkast frameftir eftir førimuni.

Men ongantíð meira enn nú í hesum kollveltandi tøkniligu tíðum hevur tað verið neyðugt, at ættarliðini læra av hvørjum øðrum og at tey eldru ikki krógva sínar lívsroyndir og søguna fyri teimum yngru.  Sjálvsagt uttan  at hanga  føst í fortíðini. Kanska hava vit ikki sæð týdningin  í okkara egnu lívssøgu.

Tí tað fer ein lívssøga, og stundum ein áhugaverd lívssøga, við hvørjum  einasta menniskja, sum leggur árarnar inn. Heðin Brú sigur í kantatuni  “Fedranna talu”:

»Grein honum lutir, í ættin kosti  til stavnhald:

Lívføri títt er slektin, tey sum í mold liggja.

Komu tey stutt ella longur,

víðari tú skalt byggja.

Lívlát er ikki deyðin,

lívlát er hetta at seta førningin av sær við vegin,

tað sum frá fedrunum goymdist

og sum tú sjálvur søkti,

meðan tú førkaði fótin.

Sonurin tekur aftur viðføri títt at bera longur fram á vegin.

Deyðin er tað at søpla úr goymslum tað dýra gullið,

lata tað fjara í skríni,  meðan tú góðsið goymdi —.

Hevur tú einki at flýggja uttan ta tómu tægu,

ert tú ein deyður maður.«

Konan og eg vóru fyri stuttum til gudstænastu í einari lítlari bygd. Vóru eitt sindur sein og komu at sita frammalaga. Tá so presturin inni í altarringinum vendir sær út móti kirkjufólkinum og hyggur at mær, sigur hann:

“Í dag fara vit túr í heilagu skriftini”, og so las hann tekstin.

Kanska var tað tilvild. Men kanska ikki. Tí fólk hugsa ofta  um sendingina  “Við Tórði á túri”, tá tey síggja meg.

Tað er kanska ikki so løgið, men hesum havi eg avgjørt einki ímóti. Tí hesi  árini eg havi gjørt hesar útvarpssendingar, havi eg upplivað so nógv gott, so nógvan blíðskap, so stóran hug og ídni at siga frá sínum heimstaði. Og  frásøgnirnar eru ofta hugtakandi. Stutt sagt óteljandi góðar og minnisríkar løtur – og ikki minst serligar løtur.

Eitt nú tá eg hitti eldri mann í Hattarvík, sum fleiri ferðir tann veturin  hevði verið einsamalt fólk í bygdini. Hann segði, at tað rørdi hann ikki. “Men verði eg áhaldsin, so er einki at gera”, segði hann.

Ella tá maður í grannabygdini, á Kirkju, greiddi frá, at veðrið hevði verið so vánaligt um veturin, at postbáturin hevði ikki verið í  oynni í  samfull  22  samdøgur -heldur ikki tyrlan. Tey vóru bara fýra fólk í bygdini.  Tá eg  spurdi  hann, hvat man skal hava í sær fyri at trívast undir slíkum umstøðum,  svaraði hann  sáttliga: Tíðin er einki problem. Mær dámar væl at lesa. Eg  fái altíð tíðina at ganga. Tað man vera okkurt viðføtt”.

Var eisini hugtikin av gamla handlinum í Árnafirði, sum altíð er opin, men eingin stendur í handlinum. Lykilin stendur altíð í, og fólk  kunnu  fara inn og fáa sær tað, tey ætla at keypa og so leggja pengarnar  á skivuna og skriva á seðil, hvat tey keypa. Fanny handilskonan  býr  nøkur hús frá handlinum. Hon er illa gongd. Tá eg spurdi hana, hvussu tað bar til, at hon hevur so gott alit á fólki, svaraði hon: “Soleiðis sum man sjálvur  er, heldur man hini vera”.

Og ikki minst var tað áhugavert at vitja nonnurnar í Kleystrinum Kerit í Havn. At hoyra tær greiða frá, hví tær høvdu tikið eina so stóra avgerð, at gerast  nonnur. At liva eitt bønarlív, eitt trúarlív, har dagurin byrjar longu kl. 3 um  morgunin við bøn.

Men eftir vitjanina hjá nonnunum bleiv eg ikki sørt kløkkur. Tá eg kom  niðan aftur í Kringvaprið, spurdu tey, um eg hevði lyft nakra nonnu. “Nei”,  segði eg. “Sjálvandi lyftir man ikki nonnir.”

Men nakrar dagar seinni kemur eitt av starvsfólkunum í Kringvarpinum, sum  hevur børn í barnagarðinum hjá nonnunum, og flennandi inn eftir gongini í Kringvarpinum og rópar á meg: ”Tórður, tín radur.  Tú hevur lyft Marisu  og hon  er ikki komin niður aftur á jørðina enn”.

Tá mátti eg sláa meg fyri bróstið og viðurkenna, at tá tú hevur lyft eina nonnu og ikki minnist tað – tá ert tú veruliga komin langt út á ein skráplan.

Ein onnur stuttlig hending var, tá eg var á Skælingi.  Teir flettu ein bukk,  also  geitarbukk, og vit mundu vera einir 10 mans – fleiri bøndur ímillum – ið skuldu kappast um at gita hvussu nógv hann fór at viga. Tann eldra  bóndakonan skrivaði so okkara boð á eina talvu í seyðahúsinum, har  flettingin fór fram.

Tá bukkurin so var flettur, sluppu vit at lyfta krovið og fingu møguleikan at  justera boðið. Eg føldi beinanvegin, at eg hevði yvirmett bukkin,  meðan  hann var á lívi og lækkaði tí mítt boð.

Teknikkurin at lyfta man hóast alt vera hampiliga væl útviklaður, tí tá avtornaði, var eg nógv  tann  nærmasti  vektini ,  og  garvaðu  bøndurnir  høvdu  ongan  kjans. Vinningurin var ein bukkabógvur.

Aftaná flettingina ætlaði eg gera eina samrøðu afturat á Skælingi. Við eina  konu, ið hevur ein fínan køk og ger mat út úr húsinum. Men tíbetur  var hon  ikki heima, tí tá eg kom til  hús,  spurdi konan hvar í Harrans navni  eg hevði  verið, tí lukturin var so andskræmiligur. Hon hevði ikki upplivað slíkt. Gud viti,  hvat kókikonan á Skælingi hevði sagt, um hon var heima tann dagin.

Hesi árini eg havi gjørt sendingina “Við Tórði á túri” havi eg veruliga erfarið, at fólk bera heimplássið í hjartanum. Einki er so viðkomandi sum heimstaðurin, og tað merkist væl, at fólk eru áhugað í, at søgurnar á staðnum -ikki minst  tær frá forfedrunum – liva víðari.

Mín drívmegi at gera sendingina “Við Tórði á túri” er, at vit eiga at læra okkara land betur at kenna. Tí sjávt um tað er lítið, og vit eru fáment, so er tað  kortini  so sera ríkt og fjølroytt. Og tað er áhugavert at staðfesta, at hvørt tað einasta pláss hevur okkurt sereyðkenni – eisini tær allar minstu bygdirnar.

Haldi eisini at tað er umráðandi, at frásøgukynstrið verður borið víðari. Tað eru framvegis nógv fólk, ið duga væl at siga frá, men øll tann nýggja tøknin, sum fer avstað við nógvari tíð og øðrvísi samskifti, ger, at  tað  er  minni  og  minni  vanligt, at fólk siga søgur fyri hvørjum øðrum, sum tey gjørdu fyrr. Tá skuldu tey skapa sítt egna  undirhald  tey  longu  vetrarkvøldini  í  roykstovuni,  og tá  var  tað gull vert við fólki, ið dugdu at gera søgurnar livandi.

Her uttan um Toftavatn havi eg ótald minnir,serliga frá barnaárunum. Hvørt  summar vóru vit í haganum og leitaðu eftir reiðrum. Vit taldu reiðrini, sum vit sóu, og eg minnist, at jú fleiri fleiri reiður vit funnu, jú stoltari og mælskari blivu vit. Ein av teimum, eg plagdi at vera saman við í haganum  at leita eftir reiðrum, var Michael Johan Heinesen, sum nú er røktingarmaður  yviri á Mýrum. Hann hevur altíð víst stóran ans fyri øllum í náttúruni.

Um summarið svumu vit ofta á Toftavatni, sjálvt um eg var nokkso krillin. Vit svumu næstan altíð við Bøllunes, tí har var so væl egnað at fara útí –  ein sandur var út við nesinum. Minnist einaferð, at eg hevði turkað mær og latið meg í klæðini aftur, tá komu nakrir vaksnir dreingir. Ein teirra, sum er ein kendur maður í dag, segði við meg: “Tórður, um tú loypur útí  aftur í klæðum, skalt tú fáa 10 krónur frá mær”. Eg læt mær ikki siga  fleiri ferðir. Leyp í einum lopi út av tí hægsa á Bøllunesi, og hann helt orð. Eg fekk 10 krónur. Hesin unglingin, sum gav mær 10 krónur, var Martin Heinesen, jarðfrøðingur, sum nú er meira til arbeiðis í New York enn í Føroyum.

Men flestu minnini í økinum uttan um Toftavatn og yviri á Mýrum havi eg, tí tveir mans, ið vóru okkara nærmastu grannar í Toftatúni, røktaður Mýrahaga í  øllum mínum uppvøkstri. Tað vóru brøðurnir Kristoffur og Jákup í  Hálvdanstoft.

Fyrstu ferð eg var burturi í haga við Stoffuri var eg bara trý ára gamal,  og øll barnaárini var eg ótaldar túrar yviri á Mýrum  við Stoffuri at  hyggja  eftir seyði. Minnist hvussu gott tol hann hevði at bíða, til eg var liðugur at spæla uppi við Klovnastein her uppi á gøtuni. Tann livandi formurin  á steininum gav smádreinginum íblástur til ymisk spøl.

Fyri meg var tað løgið fyrstu ferð eg sá gøtuna, sum gjørd er av Svangaskarði og frá skúlanum við Løkin og runt um innara partin av Toftavatni. Minnist at eg hugsaði, at høvdu Stoffur og Jákup sæð hana, høvdu teir vent sær í  grøvini. Tí eg helt, at hon kundi verið gjørd meira estetisk og minni sjónlig í lendinum og havt sama týdning. Men tað góða er so, at fólk  eru glað  fyri gøtuna og brúka hana nógv. Tað sóu konan og eg, tá vit  gingu ein  túr her seinasta sunnudag. Vit møttu nógvum fólki og fingu fleiri góð prát.

Einaferð royndu Stoffur og eg okkum sum jarðarmøður – ella ljósmøður, sum tað nú verður rópt.  Vit sóu, at ein ær yviri í Gamlamýraseyði fekk ikki lembt. Hon legði seg, reisti seg og legði seg aftur alla tíðina, uttan at nakað lamb kom út. Men har vóru øll tekin um, at hon skuldi lemba.

Tá Stoffur helt, at vit høvdu bíðað og eygleitt hana nóg leingi, ætlaði hann at hjálpa henni at lemba. Vit fingu fatur í henni, men royndin hjá Stoffuri sum ljósmóðir miseydnaðist. So sigur hann við meg: “Vita um  tú  klárar at fáa hondina inn í ærina og fáa fatur í lambinum”. Eg hevði  smáar hendur og klænar armar. So tað skuldi verið lagað manni. Og tað eydnaðist. Eg fekk fatur í onkrum inni í ærini. Tá tað kom út, var tað eitt bein. Síðani kom eitt høvd og so framvegis. Tá vísti tað seg, at lambið var deytt og var rotnað inni í ærini.  Ærin kom fyri seg aftur.  Minnist meg rætt, livdi hon fleiri ár eftir tað og átti fleiri lomb.

Stoffur var brekaður maður, hevði eina serliga sjúku, og tí orkaði hann ikki so væl at ganga. Tí var hann altíð glaður, tá ein bilur steðgaði og tók okkum uppí, tá vit vóru til gongu eftir vegnum annaðhvørt móti Rituvík ella móti Runavík. Og ein bilførari, ið ongantíð koyrdi fram við okkum, men steðgaði hvørja ferð, var Óli Petersen í Rituvík, sum koyrdi rutubil. Hann var ein sera  makaleysur  og dámligur maður, sum eg MANGAN sendi vakrar tankar.

Yviri í Skákinum í Rituvík vóru Stoffur og eg ofta inni hjá Katrinu á Kráargili. Hon var sera blíð kona, og hana hitti eg mangan seinni á Sjómansheiminum, har hon starvaðist. Hon var altíð við tí góða orðinum.

Ein onnur kona, ið altíð var sera blíð við okkum og sum setti heitar pannukøkur á borðið fyri okkum, var skyldkonan Poula Johannesen – hjá Poulu og  Henningi. Har sótu Stoffur og eg mangan væl, og heitu pannukøkurnar  hjá Poulu smakkaðu so framúr væl.

Minnist eisini nógvar góðar fjalldagar yviri á Mýrum. Tað var altíð hugaligt, tá Stoffur og Jákup góðu fjallboð.

Har vóru nógvir stuttligir og hugagóðir menn. Minnist serliga vinmenninar og grannarnar báðar, Elmar og Harry, ið vóru fjallmenn hjá Pól bónda. Teir dugdu so væl at síggja teir skeivu og stuttligu vinklarnar í øllum, og mangan var látur  á rættini. Og so plagdi Mathias í Norðastovu, sum var systkinabarn brøðurnar í  Hálvdanstoft, og sum kunnugt tiltikin hittinorðaður maður, at koma við  sínum spísku viðmerkingum. Har var ikki keðiligt á rættini.

Stoffur og Jákup flettu altíð í køkinum í Hálvdanstoft. Tað var sera stuttligt sum smádrongur, tí eg slapp at vera uppi í.  Mín leiklutur var ofta at vaska  gólvið,  og tað var so hugaligt, tí tað var bara at stoyta eina rúgvu av  vatni á gólvið og  skrubba. Alt rann niður í kjallaran, tí tað var so mikið langt ímillum fjalarnar í  gólvinum. Fyri meg var tað rættiliga praktiskt.

Nógvar sjáldsamar og forvitnisligar søgur, eisini huldusøgur, vórðu á lofti í  Hálvdanstoft. Og tað er nú spell, at man ikki hevði onkran upptakara longu tá.

Tá eg í dag hugsi um beiggjarnar Stoffur og Jákup í Hálvdanstoft, standa teir í mínum hugaheimi sum tveir hjartagóðir og fittir grannar og vinir, ið  vóru  bæði  tíðarleysir og ómaterialistiskir.

Og eitt sum eyðkendi teir var nøgdsemi. Tað er ikki ov nógv sagt, at teir livdu  í pakt við náttúruna. Ja, teir vóru ein partur av henni.

Tí fari eg at enda við at lesa mín yndissálm hjá Mikkjali á Ryggi – Mikkjali, sum eg verði meira og meira hugtikin av, og sum verður meira og meira aktuellur sum tíðin gongur, hóast hann doyði, áðrenn eg varð føddur.

Hann lærir okkum nógv frá forfedrunum, m.a. um nøgdsemi og takksemi.

“Um tú vilt gleði vinna,

søk ei til hægsta sal!

Nei, eydnan er at finna,

har grannar semjast væl,

har kærleiki man ráða,

har blídni er við borð,

har mildar tungur sáa

tey mjúku troystarorð.

Tey, sum Guðs vilja gera,

og elska fólk og land,

tey signing við sær bera,

sum sløkkir hatskan brand.

Tey lýsa gjøgnum strevið,

tey bjarga lond úr neyð,

tey sigra víst. Guð gevi,

vit teljast millum Tey.

Takk fyri at tit lýddu á. Og gott summar!