SVIMJIHØLLIN

Heygsvegur 28,
650 Toftir
Tlf. +298 448213
Petur Hans Hansen, lívbjargari, telf. +298 218829

Svimjihylurin er ein partur av Tofta skúla. Umframt næmingarnar í Tofta skúla brúka næmingar úr Runavíkar skúla hylin. Eftir skúlatíð verður svimjuhylurin brúktur av kvøldskúlanum, útleigaður til Flot, sum hevur sínar venjingar har, privatar leigarar og almenna svimjing. Um ynski er at leiga svimjihøllina, skal umsókn sendast til nes@nes.fo
Fyll út umsókn  her.

Upplatingartíðir
Svimjihylurin er opin soleiðis fyri almennari svimjing.

Mánadag
18.00 – 19.00 Børn og vaksin
19.00 – 20.00 Vaksin

Mikudag – heitur hylur
16.00 – 18.00 Foreldur og børn undir skúla aldur (Kom tá tú vilt og svim so leingi tú vilt)

Hósdag
17.00 – 19.00 Børn og vaksin (Kom tá tú vilt og svim so leing tú vilt)
19.00 – 20.00 Vaksin

Leygardag – heitur hylur
12.00 – 18.00 Børn og Vaksin (Kom tá tú vilt og svim so leingi tú vilt)

Kostnaður
Vaksin 25 kr. og børn u/14 ár 10 kr

Tá skúlin hevur summar-, heyst- jóla- og páskafrí, er svimjihylurin stongdur.

Svimjihylurin , sum er í Tofta skúla, er 16,7 x 7 m stórur. Hylurin bleiv tikin í nýtslu í 1981.  Dagføring av tekniskari útgerð og hyli er framd í 2018-2020.