Onnur tíðindi

Summartónar í Tofta skúla hóskvøldið, 2. juli, kl. 20.00.

Unga tónaskaldið Eli Tausen á Lava bjóðar tær at kopla frá heimsins støðuga meldri og traðka inn í tær dvøljandi minimalu atmosferurnar hann hevur skapt í teimum trimum klaververkunum ‘In Fog’, ‘Ripples’ og ‘Bells’.

Tey trý verkini, sum Eli skrivaði undir tí fyrstu tíðini av koronavirus farsóttini, geva lurtaranum høvið at uppliva tónleik uttan at fáa at vita hvat hann skal føla. ‘In Fog’, ‘Ripples’ og ‘Bells’ eru trý ymisk verk, men hava meira til felags enn ikki: Endurtakandi og yvirlappandi mynstur eyðkenna øll trý verkini, sum eru í somu tónaart frá byrjan til enda. Hóast tað broytast tey áhaldandi, enntá um tað er heilt spakuliga.

Eli hevur verið virkin sum tónaskald síðan 2015. Hann er fyrrverandi næmingur hjá navnframa tónaskaldinum Sunleif Rasmussen og lesur í løtuni tónasmíð á konservatoriinum í Malmö. Hann hevur skrivað solo-, kamar- og kórtónleik og hevur arbeitt við fleiri tónleikarum og tónleikabólkum, bæði í Føroyum og uttanlanda. Eli varð nevndur ‘Ársins Nýggja Navn’ á FMA í 2019 — hetta var fyrstu ferð eitt klassiskt tónaskald vann heiðurin.

Klaverkonsertin er partur av skránni hjá Summartónum, sum  Felagið Føroysk Tónaskøld skipar fyri. Nes kommuna stuðlar Summartónum.

Konsertin, sum er ókeypis, byrjar kl. 20.00.