Onnur tíðindi

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin (farloyvisstarv)

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin (farloyvisstarv)

Fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi er eitt starv sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin leyst at søkja til setan 1. mai 2023 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er full tíð, men við møguleika fyri niðursettari tíð.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast sjey fólk, sosialráðgevar, skrivari og sálarfrøðingur.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Les meira og søk starvið her.