Onnur tíðindi

Skráin fyri Drotningavitjanina

Niðanfyri sæst skráin fyri vitjanina hjá H. H. Drotning Margrethu í Nes kommunu.

Kl. 09.55 Komið verður til Fríðrikskirkjuna.
Við kirkjuna tekur Jógvan Fríðriksson biskupur ímóti.

Gudstænasta
Kl. 10.00 Gudstænasta.

Kl. 11.05 Farið verður við bili til Undirhúsið. Koyrt verður til ávís støð í kommununi, har borgarstjórin greiðir H.H. Drotningini frá um søgulig støð.
Fyri fráferð navnkennir biskupur Súna í Hjøllum borgarstjóra.

Kl. 11.20 Komið verður til Undirhúsið.
Róar Trúgvason í Hjøllum handar H. H. Drotningini blómutyssi.

Borgarstjórin navnkennir hjúnafelaga sín frú Engilbjørg Engelbrethsdóttur og
bygdaráðið við hjúnafeløgum í hesum rað:
Heini S. Kristiansen varaborgarstjóri og frú Súsanna Kass Kristiansen
Høgni Hansen og frú Ann Gaardbo Hansen
Elin á Torkilsheyggi og hr. Leivur á Torkilsheyggi
Jan Højgaard og frú May í Túni Højgaard
Petur Jákup (Dakko) Petersen og frú Jórun Petersen
Rannvá í Túni Petersen og hr. Jan Petersen

Borgarstjórin navnkennir formannin í Undirhúsinum, Haldor Gaardbo, sum síðan navnkennir nevndina í Undirhúsinum í hesum rað:
Jákup Gøte, næstformaður
Alfred Olsen, skrivari
Poul Menning Petersen, tiltakslimur

Uttanfyri syngur kórið í Undirhúsinum. Aftaná fylgir formaðurin Haldor Gaardbo H.H. Drotningini inn.
Innanfyri sigur Alfred Olsen, nevndarlimur og fyrrverandi løgtingslimur, frá. Nevndin í Undirhúsinum er hjástødd.
Í dagsins tilevni eru settar fram myndir frá vitjanini hjá Fríðriki kongi og Ingrid drotning á Toftum í 1949. H. H. Drotningin fær handað tvær gávur. Eina frá kommununi og eina frá Undirhúsinum.
Vitjanin endar við, at kórið syngur ein síðsta sang. Eftir tað handar næstelsti maður í Undirhúsinum, Mejnhardt Hansen, H. H. Drotningini blómutyssi.
At enda verður felagssangurin ”Eitt troystarorð” sungin.

Miðmáli
Kl. 12.20 Biskupur er vertur fyri miðmála.
Jógvan Fríðriksson biskupur og frú Maria Eiriksdóttir taka ímóti.
Undir miðmálanum heldur biskupur røðu.

Vit vóna, at fleiri koma at heilsa Drotningini á vitjanini í Nes kommunu. Í samband við vitjanina uttanfyri Undirhúsið, verður høvi hjá børnunum at fáa fløgg.

Mint verður á at halda koronutilmælini!