Onnur tíðindi

Sigurd nýggjur skrivari

Sigurd Justinussen úr Tórshavn er nýggjur skrivari í Nes kommunu. Hann byrjar í starvinum 16. november.

Sigurd Justinussen, sum er 34 ár, hevur nomi sær BA útbúgving á Fróskaparsetrinum í Havn í sosialvísindi og samfelagsplanlegging og MA útbúgving í býarplanlegging og geografi á Roskilde Universiteti í 2016. Sigurd hevur arbeiðsroyndir frá  Tórshavnar kommunu og Landsverk.

16 umsóknir vóru til skrivarastarvið.