Onnur tíðindi

Siglingarávaring á Skálafjørðinum

Sjóvar kommuna og Sp/f Rókin hava í umleið eitt ár verið í gongd við útbygging av havnalagi og vinnuøki á Hulki á Strondum, og hetta arbeiðið hevur gingið væl. Sprongt er í økinum norðan fyri Vaðhorn Seafood, so har verður eitt nýtt grovplanerað vinnuøki upp á umleið 3.000 m2 og grótfyllan frá hesum arbeiði verður nýtt sum ífylla í ta nýggju bryggjuna.

Nú er arbeiðið komið so væl áleiðis, at allur spunsurin er uppsettur, og tey flestu akkerini eru sett í.

Í næstum verður byrjað at arbeiða við at stoypa hamaran, og hetta viðførir, at forskallingar verða settar upp uttan fyri bryggjukantin, eins og manning skal arbeiða uttan fyri bryggjukantin.

Í hesum partinum av arbeiðinum er tað av serliga stórum týdningi, at skip og bátar, ið sigla framvið arbeiðsøkinum, vísa størsta varsemi.

Sjóvar kommunu hevur tí, saman við Kongshavnar havnastýri ásett, at mest loyvda siglingarferð framvið arbeiðsøkinum er 4 sjómíl, so leingi sum arbeiðið er í gongd.

Mest loyvda siglingarferðin er lýst sum siglingarávaring hjá MRCC, Tórshavn.
Siglingarávaring nr. 13/2020
Orsaka av havnaútbygging og kavaraarbeiði á Hulki á Strondum er mest loyvda ferð frá Langanesi á Strondum til bygdina á Skála ásett til 4 knob.
MRCC Tórshavn
151500 UTC sept. 2020

Verkætlanin verður væntandi liðug fyrst í 2021.

Sjóvar kommuna