Onnur tíðindi

Seinasta freist í morgin – Umsókn um upptøku á vallista

Lesandi, sum fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt um tey frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans og ikki hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár.

Fyri at koma á vallistan í Nes kommunu, skal umsókn sendast nes@nes.fo.  Seinasta freist at taka avgerð um upptøku er í morgin, hósdagin 17. november

Umsóknarblaðið fæst her: Umsókn um upptøku á vallista fyri føroyingar, ið búgva uttanlands.pdf