Onnur tíðindi

Sáttmáli undirskrivaður um bygging av undirsjóvartunlum

Í mun til upprunaliga tilboðið frá NCC, sum var uppá 1,892 milliónir krónur, hava partarnir nú avtalað, at alt arbeiðið er til fastan prís uttan vatntrygging og tetting av fjallinum. Harafturat umfatar sáttmálaupphæddin prís- og lønarhækkingar í byggitíðarskeiðinum.

Farið verður fyrst undir at gera Eysturoyartunnilin. Tá hann er liðugt sprongdur, verður farið undir at spreingja Sandoyartunnilin.

Samstundis, sum byrjað verður at spreingja Sandoyartunnilin, verður Eysturoyartunnilin gjørdur liðugur. Sáttmálin við NCC umfatar ikki el-arbeiði og aðrar tekniskar lutir.

Hetta verður tí ætlandi boðið út komandi ár. NCC byrjar at fyrireika arbeiðið alt fyri eitt. Møguleiki er framvegis fyri at fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum verður í ár. 

Sáttmálin er treytaður av løgfrøðiligari góðkenning (due diligence) av lánsskjølunum, eins og myndugleika góðkenning. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt áðrenn 15 desember 2016.

Eysturoyartunnilin verður 11,250 metrar langur. Har hann er djúpastur, er hann 189 metrar undir sjóvarmálanum. Mesta hall verður 5%.

Teinurin frá tunnilsmunnanum av Hvítanesi til Rókina í Saltnesi verður 9,7 km og teinurin av Hvítanesi inn á Strendur verður 9,2 km. Sandoyartunnilin verður 10,8 km langur. Har hann er djúpastur, er hann 154 metrar undir sjóvarmálanum. Mesta hall verður 5%. 

Samlaði kostnaðurin fyri báðar tunlarnar er mettur at verða umleið 2.600 milliónir krónur.

Meira kunning um tunlarnar fæst á www.estunlar.fo og á facebook.com/eysturogsandoyartunlar