Onnur tíðindi

Sangløta í Fríðrikskirkjuni sunnukvøldið

Sunnukvøldið 22. mai, kl. 18.00 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Umframt at Kirkjukórið syngur nakrar sangir, m.a. vár- og kvøldarsangir, verður nógvur felagssangur á skránni. Sungi verður úr sálmabókaískoytinum.

Eftir sangløtuna verður bjóða til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.