Onnur tíðindi

Rynkeby súkklarar vitja á Toftum hósdagin kl. 13.00

Hósdagin 8. juli kl. 13.00 vitjar Team Rynkeby á Toftum.

Í samband við vitjanina verður hugnaløta uttan fyri Undirhúsið á Toftagjógv. Borgarstjórin bjóðar vælkomin og heldur røðu, og mennirnir í Undirhúsinum syngja. Eisini fer umboð frá Team Rynkeby at siga nøkur orð.

Kommunan bjóðar kaffi og eisini okkurt gott til børnini.

Øll eru vælkomin.