Onnur tíðindi

Ruddingardagurin verður leygardagin 20. mai

Eftir morgunmatin verður ruddað runt um í Nes kommunu til kl. 12.00, tá kommunan bjóðar til grillaðar búffar omanfyri egningarskúrðarnar á Toftum, har ein plantupakki eisini verður givin borgarunum í Nes kommunu.

Vónandi verður tikið væl undir við ruddingardegnum í ár, eins og tað hevur verið gjørt undanfarin ár.