Onnur tíðindi

Ruddingardagur leygardagin

Leygardagin, 27. apríl, verður árligi ruddingardagurin í Nes kommunu.

Nes kommuna bjóðar til morgunmat í matarhøllini hjá Faroe Origin frá kl. 09.00 – kl. 10.00.

Eftir morgunmatin  verður ruddað í Nes kommunu til kl 12.00 tá øll møtast aftur omanfyri egningarskúrarnar, har skráin er henda:

  • sangframførsla við ungdómsbólkinum ELISHA
  • Nes kommuna bjóðar grillaðar búffar
  • Hvørt húski fær eina træplantu frá Nes kommunu

Við  ruddingardegnum verður skráin fyri Várdagar í Nes kommunu skotin í gongd.

Leygardagin opnar málningaframsýningin í Oyrahandlinum v/ Oslu Gøthe. Byrja verður við fernisering kl. 14.00.