Onnur tíðindi

Roðin letur upp aftur

Nú tamarhald aftur tykist verða á Korona smittubreiðsluni í Føroyum, verða viðurskiftini í Roðanum aftur normaliserað.

Frá mikudegnum 9. september verður latið upp fyri øllum vitjanum á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, Vesturskin og Sjóvarlon. Hettar merkir, at ongar avmarkingar eru fyri hvussu nógv kunnu vitja og at tiltøk s.s. andaktir, gudstænastur, hugnaløtur, sangløtur og føðingardagar aftur kunnu verða inni á heimunum.

Fyri lættari at kunna spora møguliga smittu, verða vitjandi framvegis biðin um at skráseta seg tá tey vitja.

Starvsfólkini í Roðanum verða javnan kannaði fyri Covid-19.

Aðrar tænastur í Roðanum s.s. dagtilboð og venjingartilboð virka eisini aftur, sum vanligt. – Somuleiðis verður kantinan opin aftur sum vanligt.

Tað hevur týdning, at øll halda tey almennu tilmælini um fjarstøðu og hondreinføri.

Vinarliga

Jóngerð Guttesen, leiðari.