Onnur tíðindi

Roðin bjóðar nýtt venjingartilboð í Bylgjuni

 

Í heyst bjóðar Roðin eitt nýtt venjingartilboð afturat í Bylgjuni.

Roðin hevur síðani mei 2018 bjóðað borgarum, sum eru 67 ár og eldri, til venjing og samveru í Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála.

Í Bylgjuni í Runavík er venjingin mánadag og mikudag kl. 10.45-11.45

Í Ítróttarhøllini á Skála er venjingin mánadag og mikudag kl 14-15

Í heyst fer Roðin at bjóða eitt nýtt tilboð afturat í Bylgjuni.

Hetta tilboðið er ætlað teimum, sum ikki halda seg megna tær venjingarnar sum vanliga eru í Bylgjuni. Venjingarnar vera “lættari”. Hesar venjingarnar ganga fyri seg á loftinum í Bylgjuni.  Mánadag og mikudag kl 10.45-11.45

Um ein ynskir at luttaka í venjingunum, nýtist einum bert at møta upp í høllini at melda til.

Allar venjingarnar byrja 1. September.

Mánaðarligt gjald fyri luttøku eina ferð um vikuna er: kr 130 ,-

Mánaðarligt gjald fyri luttøku tvær ferðir um vikuna er: kr 170,-

Roðin hevur eisini onnur venjingartilboð, so sum  endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, hesar venjingar ganga fyri seg í venjingarhølunum hjá Roðanum ella heima hjá borgaranum.

Øll eru vælkomin at ringja til Roðan 478200 og hoyra nærri um tilboðini.