Onnur tíðindi

Rekkjuvágir og eingjar-hoyggj

Hóskvøldið, 8. november kl. 19,00, skipar Fornminnisfelagið í Nes kommunu fyri almennum hugnakvøldi í gamla prestagarðinum á Nesi.

Joen Pauli Joensen, professari, hugleiðir um “Rekkjuvágir og seingjar-hoyggj”.

Borðreitt verður við kaffi og onkrum góðum afturvið og ikki minst at hava eitt hugaligt prát.

Nevndin í Fornminnisfelagnum ynskir øllum vælkomnum.