Onnur tíðindi

Rammuavtalan við Bústaðir undirskrivað

Í morgun varð rammuavtalan, sum bygdaráðið fyri summarfrítíðina samtykti at gera við Bústaðir, undirskrivað. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og fyri Bústaðir var tað Andras Róin, stjóri í Bústaðir, sum undirskrivaði.

Rammuavtalan sigur m.a., at Bústaðir keypir matr. nr. 415o og 415p, sum er beint sunnan fyri KRIS-bygningin.

Eftir summarfrítíðina hevur fyritøkan Falkon gjørt økið byggibúgvið fyri kommununa.

Bústaðir eru í løtuni í ferð við at tekna og fyrireika útbjóðingina av bygninginum, sum eftir ætlan fer at hava 19 íbúðir, sum eru ætlaðar til borgarar, sum eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum.

Bygningurin fer at standa soleiðis, at p-pláss eru frammanfyri.

Eftir ætlan hevur bygningurin kjallara og tvær hæddir. Gongur sum ætlað, verður farið undir at byggja tíðliga á vári í komandi ári.