Onnur tíðindi

Presidentur vitjaði á Toftum í gjár

Svein Arne Hansen hevur verið presidentur síðani 11. apríl 2015, og tað er fyrstu ferð, hann vitjar í Føroyum.

Á vitjanini á Toftum bleiv greitt frá søguni hjá ítróttarøkinum á Svangaskarði. M.a. hvussu rennibreytin og økið til frælsan ítrótt bleiv gjørt liðugt til Oyggjaleikirnar í 1989 og hvussu fótbóltsstadion, bert eftir einum ári bleiv gjørt liðugt til føroyska fótbóltslandsliðið í 1991, at leika teirra heimadystir á.

Eisini bleiv greitt frá ætlanini um at innloka stadionøkið við fótbóltsvølli og rennibreyt – Høll fyri øll.

Presidenturin var sera hugtikin av ítróttarøkinum á Svangaskarði, Helt fyri, at umhvørvið var sera vakurt og metti, at tað var ótrúligt, at eitt pláss við so lítlum fólkagrundarlagið, sum tað er í Nes kommunu, hevur megnað at bygt upp eitt so stórt ítróttarøki. 

Eisini helt hann, at ætlanin um at inniloka stadionøkið var ein sera góð ætlan, sum hann metti fór at hava sera positiva ávirkan á framtíðina hjá frælsum ítrótti í Føroyum, og sum hann vildi stuðla undir og viðmæla.