Onnur tíðindi

Parttíðarstarv sum leiðari til Tofta Kvøldskúla

Parttíðarstarv sum leiðari til Tofta Kvøldskúla

Søkt verður eftir leiðara, sum hevur førleikar, áhuga og hegni at átaka sær at standa fyri og samskipa frítíðarundirvísingina í Nes kommunu. Starvið er parttíðarstarv og verður sett frá 1. august 2022.

Tofta Kvøldskúli grundar sítt virksemi á løgtingslóg um frítíðarundirvísing, sum ásetir, at kommunan skal seta á stovn almenna og serstaka frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi í einum vavi, sum er hóskandi og tørvur er á. Frítíðarundirvísingin stendur øllum borgarum í kommununi í boði, sum eru yvir 14 ár.

Sum leiðari fyri frítíðarundirvísingini er avgerandi, at tú dugir at fyriskipa, kveikja og samstarva.

Sum leiðari vænta vit, at tú framhaldandi mennir frítíðarundirvísingina og skipar undirvísingina eftir tørvi, men við atliti til játtanarkarmin til frítíðarundirvísingina hjá Nes kommunu.

Umsøkjarar skulu helst hava læraraútbúgving ella aðrar samsvarandi førleikar.

Setanar- og lønarviðurskiftini verða eftir avtalu við Nes kommunu.

Umsónir við CV og møguligum viðmælum verða at senda Nes kommunu, Toftavegur 3, 650 Toftir ella nes@nes.fo í seinasta lagi 25. Mars 2022.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Nes kommunu á telf. 447586 ella 565000.

Nes Kommuna