Onnur tíðindi

Almennur uppstillingarfundur týsdagin 1. oktober kl. 19.30

Almennur uppstillingarfundur til kommunuvalið í Nes kommunu verður í fimleikahøllini í Tofta skúla týsdagin 1. oktober kl. 19.30

Tað er siðvenja í Nes kommunu, at almennur uppstillingarfundur er í samband við at manna almenna listan til kommunuval. Øll, sum hava valbæri í Nes kommunu á valdegnum, kunnu koma á almenna listan.

Í Nes kommunu eru 7 býráðslimir, og sambært lógini um kommunuval, §6, kann ein listi hava færri og í mesta lagi 4 valevnir fleiri enn samlaða talið av býráðslimum. Listin kann tí hava upp til 11 valevnir.

Ynskiligt er, at listin er fullmannaður til býráðsvalið, og tí verður heitt á fólk um at møta fjølment. Verða fleiri enn 11 í uppskoti, skal uppstillingarfundurin taka støðu til, hvørji valevnini verða, ið koma á listan.

Tað stendur annars øllum frítt at gera ein lista til kommunuvalið. Listarnir skulu, sambært lóg, hava millum 15 og 25 stillarar.

Til tann almenna listan verða stillararnir funnir á uppstillingarfundinum.