Onnur tíðindi

Ókeypis at fara til heimadystir hjá B68 í 2018

Kappingarárið 2018 í fótbólti byrjar komandi vikuskifti. Besta liðið hjá B68 monnunum hevur heimadyst í sínum fyrsta dysti. Mótstøðuliðið verður suðuroyarliðið TB/FCS/ROYN og dysturin verður leygardagin 10. Mars, kl. 16.00.

Frá B68 verður sagt, at ymiskt verður á skránni til hvønn heimadyst hjá monnunum. Leygardagin fer Bill McLeod Jacobsen at greiða frá taktiska upplegginum 10 minuttir áðrenn dystarbyrjan og formaður felagsins, Jóhannus M. Olsen, fer at greiða frá ætlanunum í 2018. Undirhúskórið syngur og børn fáa ókeypis sunkist og góðgæti.

Betrideildin hjá kvinnum byrjar sunnudagin 11. Mars. B68 hevur heimadyst móti HB. Dysturin byrjar kl. 15.00

Allir B68 heimadystir verða ókeypis í 2018.