Onnur tíðindi

Nýggjársrøðan

Heini S. Kristiansen, varaborgarstjóri:

Góðu øll somul,

2022 syngur uppá seinasta vers, og eitt nýtt ár stendur fyri durðum. Hetta er ofta høvið, har ið vit lýta aftur og samstundis seta ætlanir. Harumframt verður her ofta givið høvi at hugleiða til onkran, sum trívist við andgletti, mikrofon-tíð, uppmerksemi, at tosa og hava onnur lurtandi – í so máta hava tit funnið rætta mannin.

 

At seta sær mál

Ársgrøði er ársføði … Sigur orðatakið. Árið – kalendaraárið – er karmur um mangt í okkara tilveru. Fíggjarár, kappingarár, politiskt ár og mangt annað. Í veruleikanum er dagurin í dag og í morgin eins og flestu allir dagar. Men tó so – fáir aðrir dagar munnu rúma eins nógvum eftirmetingum, hugsanum, stúranum, vónum, gleði og líknandi sum gamlaárskvøld; Og fáar dagar munnu so nógv fitness hald verða teknað sum 1. januar ella fyrstu dagarnar á hvørjum ári. 1. januar er tí helst burðarplássið fyri flestu – meira ella minni væleydnaðu – ætlanir og lyfti. Í so máta er nýggjár nokk karmur um fleiri miseydnaðar ætlanir. Men tað ger einki. Tað er týdningarmikið, at vit áhaldandi taka okkara tilveru upp til revisión. Seta okkum mál. Og fylgja upp á gongdina. At vit eru vónargóð.

 

Godt begyndt er halvt fuldent … sigur danska orðatakið. Eg ivist ikki í, at vit øll hava sett okkum nøkur mál fyri 2023 … og so er longu komin góð byrjan á.

 

Nýggjárshald

Eg minnist sjálvur aftur á mong góð nýggjárshald sum barn. Tey flestu hava verið í høllini á Skála, men einstakt hevur eisini verið í Sandavági, har ið bygdin er lýst upp, og árstalið stendur á fjallinum í elddósum.

 

Eisini hevur mangt nýggjárshald verið hildið í Danmark – standandi á Langebro og lítandi móti Fisketorget ella ímóti ráðhuspladsen, har ið Københavns Kommune brendi eitt meira munandi fyrverksbudget av! Av sonnum ein flott sjón.

 

Seinastu árini hava vit ofta haft sera hugnaliga løtu saman við grannum sunnanvert hjá okkum. Hvørt land, hvør kommuna, hvør bygd, hvør familja, hvør einstakur hevur helst ymsar afturvendandi traditiónir á nýttárinum. Hugni er í hásæti, hugleitt verður um lívið, mál verða sett og vón ella stúran fyri framtíðini fær helst eisini pláss í hugaheiminum. Tøkk til B68 fyri, at tit so trúliga eru við til at skapa trivna og samanhald við frálíkum tiltøkum sum hesum.

 

Frá Oyrasund til akustikloft

Um eg lýti aftur nøkur ár í mínum lívi, so er inniskógvamentanin á Oyrasund nú vorðin útskift við familjulív, res, tiltøk “en masse” og alt ov stór køkuborð í Føroyum. Brettspæl og reyp í J 803 er nú vorðið til hugnalig prát í prestagarðinum á Nesi. Frískt-kvørnað kaffi í stempulkannu serverað í forkunnugu 1½ íbúðarstøddini í K304 er nú vorðið til CL dystir í nýggjari íbúð á Kneysum … og muttan vert, um Liverpool tapa. Hugnaligar vitjanir í J 606 er nú vorðið til barnaføðingardagar undir Nesinum hjá øðrum skálamanni, har ið verturin eigur niðurgravaða trampolin, sum er populer millum børnini, og nýinnstaleraðan køk og akustikvinarligt troldtekt loft, sum er populert millum tey nú gomlu oyruni. Hugaligt er, at hesi somu fólk – vinir og kenningar – hava søkt aftur á klettarnar, og at fleiri av teimum hava búsett seg í Nes Kommunu.

 

Býarlív

Her í Nes Kommunu kunnu vit fegnast um  framgongd og vøkstur seinastu árini. Vit eru komin uppum 1.500 íbúgvar, og kommunan er tí vorðin býur eftir definitiónini í kommunustýrislógini. Tunnilin er komin upp í okkara kommunu – ikki Runavík ella Klaksvík, sum vit minnast frá skeltamálinum – og fleiri hyggja móti okkara øki, tá ið tey skulu velja sær bústað.

 

Vit hava nýggjar útstykkingar og fleiri fjølbroyttar íbúðarbyggingar í gongd og ávegis. Plasering er virðismikil lutur, tá ið fólk skulu velja sær bústað. Sentrala plaseringin, har ið Runavík, Havnin, Strendur og annað er sera tætt við hjá tykkum, er heilt vist til okkara fyrimun.

 

Men harumframt eru kjarnuøkini hjá einihvørjari kommunu – ansingarøki, skúli og eldraøki – sera týdningarmikil. Tøkk til øll starvsfólk, sum tæna okkum borgarum so fyrimyndarliga innan hesi øki.

 

Framtíðin er bjørt, og spennandi ætlanir eru fyri framman!

 

Lokala initiativið – Sig takk fyri tað!

Her í kommununi síggja vit, at lokala fólkið tekur stig og setur í gongd. Millum annað við hesum tiltakinum. Hetta hevur eitt sera stórt virði fyri øll. Nevnast kunnu eisini áhugafeløg, trúarsamfeløg, grannafeløg og trý lokal spælipláss, sum lokalar kreftir hava visjónir fyri og dríva fram á leið. Kommunan hevur stuðlað arbeiðinum, men eingin setur seg afturá og bíðar eftir, at onnur fáa ting at henda fyri seg.

 

Eg haldi tað vera áhugavert, at tit eru so virkin í lokaløkinum. Eg vil pástanda – uttan at hava nakra skjalfesting fyri mínum pástandi – at Nes kommuna hevur hægsta tal av sjálvbodnum tímum per capita. Tit eru stórleverandørar av eldhugaðum og sjálvbodnum kreftum í B68, Ternuni, Ravni, Flot, Tabor, Nebo, kirkjuni … og eisini til hugnaligasta tiltak Føroya – Nes Kommunu Cup.

Sig takk fyri tað!

Hesin eginleikin – at vera lokalt aktiv, men samstundis at vera í vøkstri og størri partur av samlaða landakortinum – er ein stóru fyrimunur. Altso ikki at einans skoða inneftir, men eisini úteftir, uttan at missa vilja og eginleika at styrkja tað, sum er okkara. Tað er gull vert!

 

Cafe Latté maskina stórtrívist

So mín áheitan til okkum øll í 2023 kann verða: lat okkum halda fram at styrkja um felagsskapin.

Hóast vit eru vorðin býur, so kunnu vit framvegis koma hvør øðrum við, taka hond í tí sjálvbodna arbeiðinum og fjálga um okkara felagsskap.

Tað er stuttligt, at vit eru vorðin býur. Persónliga kann eg gleðast um, at Cafe Latté maskinan heima hjá mær nú passar betri inn í meira urbana umhvørvið í einum býi. Men vit mugu minnast til tað bygdasliga.

Vit kunnu kanska miðja eftir at verða heimsins bygdasligasti býur, við bestu plassering á føroyska landakortinum  … við Saltnesi sum forstaði.

Guds signing til okkum øll í komandi tíðum.

Gott nýggjár!