Onnur tíðindi

Nýggj starvsfólk í Tekniska toyminum

Í januar søkti Nes kommuna eftir arbeiðsfólki/handverkarum at starvast í Tekniska toyminum hjá Nes kommunu.

Inn komu fýra væl skikkaðar umsóknir. Á bygdaráðsfundi seinasta mánakvøld varð samtykt, eftir tilmæli frá setanarbólkinum, at seta Atla Joensen og Høgna Petersern í starv sum handverkarar í Tekniska toyminum hjá Nes kommunu.

Teir byrjaðu í starvinum í morgun. Í hesum sambandi skipaði kommunan fyri  eini lítlari móttøku, har borgarstjórin, tekniski leiðarin og arbeiðsformaðurin bjóðaðu nýggju monnunum vælkomnum.