Onnur tíðindi

Nú styttist til Vitarenningina við Toftavatn

2. august 2021 kl. 10.30 verður vitarenning (orienteringsløb) í haganum við Toftavatn. Byrjað verður á Svangaskarði, har málið eisini verður.
Í vitarenning verður runnið í ókendum øki og tí er neyðugt við korti og kumpas tá runnið verður. Á rutuni eru fleiri eftirlitstøð (postar), sum rennarnir skulu finna. Endamálið er so at finna skjótasta vegin til øll eftirlitsstøðini í rættari røð og koma fyrst á mál.

Fyrireikingarnar av vitarenningini hava verið í gongd síðani 2017.

Nes kommuna hevur í verið í tøttum samskifti við fyrireikararnar, sum gleðast um vælvildina teir eisini hava fingið frá teimum, sum umsita hagarnar við Toftavatn.

Tað eru fimm ymiskar rutur við ymiskum torleikastigum, so øll kunnu vera við. Fyrireikararnir vóna at undirtøkan verður góð.

Enn eru pláss eftir og tað ber til at melda seg til Vitarenningina heilt fram til 2. august.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til e.lindholdt@gmail.com. Minst til at viðmerkja navn og tal av luttakarum. Afturat tilmeldingini skulu 100kr gjaldast til Esbjerg Pl v/ Lars Thøgersen. Pengarnir skulu flytast á konto hjá Lån & Spar:

• Reg. 0400 Konto 4012748197 ella
• Iban nr. DK4404004012748197/Swift nr. LOSADKKK
viðmerk: ”Toftavatn” + navn/felag & tal av luttakarum.

Nærri kunning um tiltakið sæst við at trýsta her.