Onnur tíðindi

NSÍ heimavøll á Svangaskarði í kvøld

Í kvøld leikar NSÍ seinna europa cup dystin móti norðuríska liðnum Ballymena. Dysturin verður leiktur á Svangaskarði, og byrjar kl. 19.00.

Í útidystinum tapti NSÍ 2-0, og NSÍ vónar at vinna á heimavølli, og spæla seg víðari til næsta umfar.

Kostnaður fyri vaksin er kr. 100 og børn kr. 50. Børn í gulum hava ókeypis atgongd.