Onnur tíðindi

Niels Peter Bech byrjaði í morgun

Selma Hansen, sum hevur starvast sum roknskparleiðari hjá Nes kommunu síðan 2009, hevur fingið játtað farloyvi í eitt ár frá 1. mai.

Býráðið í Nes kommunu hevur sett Niels Peter Bech, sum er  búsitandi í Søldarfirði, sum avloysara. Niels Peter hevur drúgvar starvsroyndir, eisini innan bókhald og roknskap.

Niels Peter Bech byrjaði í avloysarastarvinum í morgun. Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði honum hjartaliga vælkomnum við ynski um gott samstarv.