Onnur tíðindi

Nes kommunu Cup 2016

Tað er tikið væl ímóti kappingini tey undafarnu árini. Kappingin hevur verið fullteknað og væl av áskoðarum hava eisini verið til kappingina.

Sum skilst, so er kappingin eisini fullteknað í ár. Tað verða 20 mannfólkalið og 5 kvinnulið.

Kappingin er fyri allar borgarar í Nes kommunu og B68 fjepparar í útlegd. Aldursmarkið er 16 ár. 4 mans eru á hvørjum liði, men loyvi er at hava 1 eykaleikara. Í mesta lagi 2 leikarar kunnu hava spælt í Effodeildini ella í 1. deild í 2016.

Fyrireikararnir siga, at kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið. Innkomni peningurin verður latin til okkurt vælgerandi endamál í Nes kommunu.