Onnur tíðindi

Nes kommuna søkir eftir næmingi í skrivstovuyrkjum

  • 11
    Shares

Á kommunuskrivstovuni er eitt lærupláss í skrivstovuyrkjum – fyrisiting – leyst at søkja.

Umsøkjarar mugu hava staðið FHS prógv, ella prógv frá Gymnasialum miðnámi (HH-, Students- ella HF prógv).

Lærutíðin verður fastløgd alt eftir, hvat prógv næmingurin hevur frammanundan.

Løn verður veitt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.

Umsóknir, saman við prógvum og møguligum viðmælum, skulu verða Nes Kommunu í hendi í seinasta lagi 17. august 2018.

Viðmerk skrivstovunæmingur.

Nes Kommuna
Fo-650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo