Onnur tíðindi

Nes kommuna heilsaði Rynkeby súkklarunum

  • 9
    Shares

Team Rynkeby Føroyar byrjaðu sína ferð til París í gjár. Tey byrjaðu í Klaksvík, og á ferðini til Havnar, løgdu tey leiðina út á Toftir. Á Toftagjógv, uttanfyri Undirhúsið, skipaði Nes kommuna fyri móttøku.

Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri, bar fram hesa heilsan.

Vegna bygdaráðið í Nes kommunu og fólkið her býr, vil eg fegin bjóða tykkum – TR-Føroyar súkklarunum, at vera hjartaliga vælkomin á vitjan her á Toftum, nú tit í dag eru byrjaði tykkara longu ferð til París, ein ferð, ið er útvið 1400 km. – Ein long og avbjóðandi fyrireikingartíð er nú av, og nú er ein long, avbjóðandi og spennandi ferð fyri framman.

Team Rynkeby er altjóða vælgerðartiltak, sum á hvørjum ári síðan 2002 hevur súkklað til París við tí endamáli at savna inn pening til børn við krabbameini og/ella lívshættisligum sjúkum.

Hetta sera góða átak hevur fingið alsamt dyggari  undirtøku millum fólk. Á fyrstu ferðini í 2002 vóru 11 súkklarar og eitt hjálparfólk. Nú fevnir átakið um øll Norðurlond, og tá ið øll um vikuskiftið seta kós ímóti París, er talan um umleið 1900 súkklarar og 450 hjálparfólk. Vit tosa um 48 lið úr 7 londum. Ùr Føroyum luttaka umleið 50 súkklarar og 10 hjálparfólk.

Fyrsta árið (í 2002) gav innsavningin hjá súkklarunum útvið 40.000 kr, meðan tað í fjør vóru innsavnaðar umleið 65 mió. krónur, harav 1,2 mió. krónur úr Føroyum. Í 2017 kundi felagsskapurin upplýsa, at samanlagt hesi árini er innsavnaðar 273 mió. kr. í Norðanlondum. – Eitt veldugt íkast til bardagan móti krabbameini, sum enn hevur brúk fyri gransking, nýggjari vitan og nýggjari viðgerð.

Eri sannførdur um, at orsøkin til, at tiltakið hevur fingið so dygga undirtøku í fólkinum, er, at felagsskapurin leggur dent á og hevur hildið fast við, at súkklararnir hava so bjørt og góð grundvirðir, ið byggja á 3 súlur:

At gera nakað sunt og gott fyri seg sjálvan

At gera nakað gott fyri onnur

At  hava ein góðan og gevandi sosialan felagsskap

Góðu luttakarar! Vit hava stóra virðing fyri tykkum og tykkara luttøku, tykkara stóra og mangan sera krevjandi arbeiði og íkasti. Vit eru takksom fyri, at tit vilja umboða Føroyar og føroyingar so væl í hesum góða altjóða tiltaki.

Við hesum fáu orðum vil eg vegna borgararnar í Nes kommunu ynskja tykkum blíðan byr og Guðs signing á ferðini til París