Onnur tíðindi

Nes kommuna 50 ár

Á hátíðardegnum verða frásagnir frá, hvussu kommunan bleiv til, og hvussu menningin av Nes kommunu hevur verið hesi 50 árini. Harumframt eru mynda- og filmsframsýngar og kórsagnur á skránni, og eisini verður nakað at fáa til matna. Tofta skúli fer at hava evnisdagar í viku 13, í sambandi við 50 ára dagin hjá Nes kommunu, og fara næmingar eisini at vísa fram og framføra á hátíðardegnum.

Kommunustýrið hevur fyri 4 árum samtykt at útgeva bygdasøgu fyri bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Á hátíðardegnum fer rithøvundurin, Helgi Jacobsen, at greiða frá arbeiðnum við bygdsøguni og at taka søgubrot fram. Bygdasøgan telur 3 bind, 2 bind um bygdarsøgu og 1 bind er ættarsøga. Útgávudagurin fyri bygdasøguna verður í sambandi við Várdagar, sum Nes kommuna aftur í ár skipar fyri, og verða teir í døgunum frá 29. apríl til 5. mai. Ættarsøgan kemur út seinni í ár. Á hátíðardegnum verður møguleiki at teknað seg fyri bókini.

Skráin fyri hátíðardagin verður lýst seinni.