Onnur tíðindi

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

Aftur í ár skipar næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi.

Í ár verður Grækarismessuhaldið hildið fríggjadagin 10. mars kl. 11.00 inni í miðhøllini í Tofta skúla

Næmingur úr Tofta skúla heldur røðu. Eisini verður felagssangur á skránni.

Øll eru hjartaliga vælkomin, eisini sjálvt um haldið verður inni í ár.

Næmingaráðið í Tofta skúla.