Onnur tíðindi

Næmingaráðið í Tofta Skúla skipar fyri grækarismessuhaldi á Toftum

Aftur í ár skipar næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi.

Grækarismessuhaldið verður fríggjadagin 11. mars kl. 11.00 í Geilini á Toftum.

Næmingur úr Tofta skúla heldur røðu. Eisini verður felagssangur á skránni.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Næmingaráðið í Tofta skúla