Onnur tíðindi

Móttøka í nýggju tónleikahølunum í Tofta skúla týsdagin 24.01 kl. 16.00

Nes kommuna bjóðar til móttøku í nýggju tónleikahølunum í Tofta skúla

Í samband við at nýggju tónleikahølini í Tofta skúla eru tikin í nýtslu, verður boðið til móttøku týsdagin 24. januar kl. 16.00.

Høvi verður at síggja hølini og heilsur verða bornar fram. Næmingar úr Nes Sóknar Musikkskúla framføra.

Øll eru vælkomin.