Onnur tíðindi

Midnáttarsangbólkin verður aftur at hoyra leygardagin

So er møguleiki aftur at hoyra Midnáttarsangbólkin.
Í samband við at Eysturoyartunnilin verður latin upp fyri almennari ferðslu leygardagin, skipar Nes kommuna fyri Drive In tiltaki á Toftum, har m.a. høvi verður at hoyra fløguaktuella Midnáttarsangbólkin – kl. 15.00.
Midnáttarsangbólkurin, sum er ein andaligur sangbólkur, var virkin í sjeytiárunum. Í hesum tíðarskeiðnum gav bólkurin út tvey bond við íalt 32 sangum. Fyrra útgávan kom í 1972 og kallaðist – Skjótt rennur tíðarinnar skeið. Seinna útgávan kom í 1976 og kallaðist – Kom nú til kelduna.
Í bólkinum vóru hesi: Annika Gunrim, Elin á Torkilsheyggi, Sæunn Hansen, Eydna Thorkilshøj, Karin Lamhauge, Anna á Torkilsheyggi, Símun Pætur á Torkilsheyggi, Hallgrím Miðberg, Ólavur Tausen, Charles Jakobsen, Leivur á Torkilsheyggi og Jóannes S. Hansen.
Í samband við nýggju útgávuna, hevur tilkomna manningin í Midnáttarsangbólkinum verið  saman og vant nakrar av gomlu slagarunum, sum tey fara at framføra leygardagin.
EITT SINDUR UM ÚTGÁVUNA
Á nýggju útgávuni eru 32 sangir. Talan er um tvær fløgur í einum fløguhúsa, og teir flestu sangirnir eru at finna í sangbókini Nýggja sangbók Guds fólks. Fleiri av hesum sangunum verða sungnir enn í dag. Zacharias Hammer, sáli, og Milson Zachariassen stóðu fyri upptøkunum.
Fix´N Mix við Óla Poulsen hevur reinsa upptøkurnar og mastra fløgurnar. Felagið Tónar v/ Jóhan Magnus Gunrim gevur fløguna út.