Onnur tíðindi

Martin kastaði fyrsta steinin

Eftir at seinasta tunnilsskotið í Rókini var latið av, var alment hátíðarhald í Løkshøll, har talur blivu hildnar og fólk fingu kaffi og kaku.

Fyrst helt Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, røðu. Eftir tað hildu teir tríggir borgarstjórarnir við Skálafjørðin røðu hvør eftir annan. Niðanfyri er røðan hjá borgarstjóranum í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, endurgivin.

Góðan dag øll somul. Hetta er ein hugaligur og søguligur dagur hjá okkum øllum, nú vit fara um ein av varðunum í hesi stóru verkætlan, og skotið er ígjøgnum Í Rókini og tunnil er millum armarnar báðar, á Skálafjørðinum, og bert gott 300 m eru eftir, til Eysturoyartunnilin er liðugt borðaður, um 3 vikur ella so.

Fyri uml. 100 árum síðani kom maður við leypi norðan úr Gjógv, leiðin gekk út á Nes. Í leypinum hevði hann sína 2 ára gomlu dóttir, sum hann skuldu lata til fosturs, hjá ommuni og abbanum. Kona hansara, og mamma dóttrina, var júst deyð, og hann sat eftir við 5 smáum børnum. Vegastrekkið úr Gjógv út á Nes er uml. 40 km eftir landsvegnum. Vit kunnu ikki ímynda okkum, hvussu hart tað hevur verið fyri pápan at lata dóttrina verið eftir á Nesi. Tung hevur gongan verið, við leypi á bakinum, yvir fjøll og gjøgnum dalar út á Nes, men enn tyngri má ferðin heimaftur hava verið, við tómum leypi.

2 ára gamla dóttirin var Malla Olsen á Toftum, sum í dag er elsta fólk í Føroyum, 104 ára gomul.

Fyri 100 árum síðani vóru eingir vegir og næstan einki regluligt samband sjóvegis. Skuldi ferðast, ella postur førast bleiv skjútsa, og skjútsskipanir vóru í gildi, bæði á sjógvi og landi.

Tá, og í tíðini aftureftir, var nógv sjóvegis samband við Skálafjørðin og høvuðsstaðin, umvegis Nes. Á Nesi sat prestur, sum næstan altíð eisini var próstur. Prestar og próvstar høvdu javnan ørindi í Havn, bæði í prestaørindum, men eisini í politiskum ørindum, eftir at próstur gjørdist fastur limur í løgtinginum. Sambært bygdasøguni Nes, Toftir, Saltnes, sum kom út í 2017, og sum rithøvundurin Helgi Jacobsen hevur skrivað, lýsir hann sera væl gomlu skjútsskipanina. M.a. verður greitt frá skylduni at skjútsa, og at skipanin var illa lýdd, serliga hjá teimum, sum búðu nær Havnini, og annars nærhendis har prestar og embætisfólk búðu.

Sum nevnt hevur tað altíð verið nógv samband millum Skálafjørðin og Havnina, og í 90 ár var regluligt samband við ferðamannabáti. Tað byrjaði við Ruth hjá Mjólkarforsýningini í 1908, sum sigldi regluliga inn á Skálafjørðin og norður í Sundalagið. Tá kostaði ferðaseðilin inn á Toftir 50 oyru. Síðani kom Tróndur í 1926. Hann var at meta sum luksusbátur við salong niðriundir og roykisalong.

Í 1939 fekk løgtingið allan rætt til strandfarasigling, og yvirtók seinni eisini Skálafjarðaleiðina frá Mjólkaforsýningini. Tað komu onnur skip, Sigmundur í 1950 og ein nýggjur Tróndur kom í 1967, sum eisini kundi føra bilar. Hann minnast fleiri okkara. Eftir at ferjulegan á Toftum var liðug fyrst í 70´inum, bleiv Tofta havn føst havn hjá Strandafaraskipunum á eystara armi á Skálafjørðinum. Vit minnast allar rutubilarnar, sum savnaðust á Toftum fyri at flyta fólk og post inneftir eystara armi, og um Gøtueiði til bygdirnar í Gøtu, Fugafjarðar og Leirvíkar, har Ternan flutti ferðafólkini víðari til norðoyggjar. Eftir Trónda kom Dúgvan í 80´inum, sum var eitt uppaftur størri skip, sum kundi taka størri bilar og trailarar. Seinni, í 90´inum, eftir at tunnilin millum Kollafjørð og Kaldbak var liðugur, sigldi Ternan I og tá Skálafjarðasiglingin bleiv niðurløgd beint undan aldarskiftinum, sigldi Pride í eina stutta tíð. Virksemið hjá Strandferðsluni hevði stóra ávirkan á dagligdagin á Toftum.

Umframt at flyta fólk og farm, so blivu tíðindir eisini flutt millum bygdirnar við ferðamannaskipunum. Eg gekk í skúla og arbeiddi í Havn í uml 12 ár, og sigldi tá fast við strandfaraskipunum til siglingin helt uppat. Eg minnist, at abbi mín á Nesi plagdi at spyrja meg um nýggjheitir úr Havn. Eg hevði ongantíð nakað at siga frá, tað skilti hann einki av. Men eg skilti tá, hvønn týdning sjóvegis sambandið gjøgnum tíðina, eisini hevur havt á tíðindaflutningin.

At missa sjóvegis sambandið við høvuðsstaðin var ein stórur missur fyri okkum á Skálafjørðinum, ikki minst fyri okkum í Nes kommunu.

Tá strandferðslan legði Skálafjarðarsiglingina niður, vístu teir til bussleiðina. Frá sigling uppá ein góðan hálva tíma, til koyring uppá ein góðan fullan tíma hvønn vegin. Nógv fólk ferðaðust eisini um tað mundi úr Nes kommunu til høvuðsstaðin til arbeiðis, og vit vóru 4, sum avtalaðu at koyra saman í privatbili. Nógv verður sjálvandi práta á tílíkum túrum, men eg kann minnast, at afturvendandi evnið var ger av undirsjóvartunli millum Streymoynna og Skálafjørðin.

2 av teimum sum eg koyrdu saman við, vóru Martin V. Heinesen og Tummas Eliasen, 2 av pionerunum aftan fyri hesa verkætlan, sum vit hátíðarhalda í dag.

Sum jarðfrøðingur var Martin V. Heinesen við í jarðfrøðisliga arbeiðinum av Vágatunlinum. Hann kendi tí sera væl tað verkætlanina, bæði tekniskt og fíggjarliga. Vit kunnu siga, at Martin kastaði fyrsta steinin. Eitt heystarkvøld í 2002 setir hann seg í samband við nærmasta grannan, Símun Johannesen, sum tá var bygdarráðslimur og seinni borgarstjóri í Nes kommunu, og vísur honum eina ætlan um at gera ein Skálafjarðartunnil. Við sínum drúgvu royndum innan jarðfrøði og Vágatunnilsprojektinum sum grundarlagi, hevði Martin V. Heinesen gjørt uppskot um ger av undirsjóvartunli, sum eisini innihelt eina kostnaðarmeting. Við almennnum ferðslutølum hevði hann rokna út, hvussu íløgan kundi rindast aftur við brúkaragjøldum.

Teir báðir vóru sannførdir um, at talan var um eina so góða verkætlan, ikki minst fíggjarliga, og at arbeiðast mátti meðan jarnið var heitt. Teir kontaktaðu síðani fíggjarmannin Tummas Eliasen og verkfrøðingin Niclas Foldbo, sum hevur nógvar royndir við tunnilsverkætlanum. Teir fóru í holt við at arbeiða meira við hugskotinum, gjørdu kanningar og útvegaðu ymiskt tilfar. Á einum almennum fundi á Svangaskarði tíðliga í 2003,  bleiv ætlanin løgd alment fram á fyrsta sinni, har kommunu- og landspolitikkarar vóru bondir við. B68 húsið var fullsett av fundarfólki. Undan fyrstu framløguni hevði fundur verið millum stigtakararnar og teir 4 borgarstjórarnar á Skálafjørðinum (tá var Skála kommuna framvegis ein kommuna). Borgarstjóranir stuðlaðu ætlanini, og vóru seinni við til at fíggja part av kanningararbeiðnum.

Ætlanin á fyrsta almenna fundinum var væl móttikin. Fyrireikarnir fóru nú av álvara undir nærri kanningar og høvdu fleiri útlendskar ráðgevarar á vitjan, m.a. íslendska stjóran í undirsjóvartunnilsfelagnum á Hvalsfirði í Íslandi, sum eisini helt, at hetta var ein sera góð og burðadygg verkætlan. Eftir fyrstu almennu framløguna kom løgfrøðingurin, Ingi Højgaard, uppí arbeiðsbólkin.

Arbeitt var við ætlanini frá 2003 til 2005, og í 2005 bleiv umsókn handað landsstýrinum, frá P/F Skálafjarðatunnilinum, um loyvi til at gera tunnilin. Tað vóru kommunurnar við Skálafjørðin og Kaupthing, sum varaðu av P/F Skálafjarðartunlinum.

Nógv hildu, at hetta var ein óneyðug ørvitis verkætlan, og nógv yvaðust, um hetta nakrantíð fór at verða til verunleika.

Føroyski fjølmiðlaheimurin hevði eisini stóran áhuga í hesi spennandi verkætlan. Nógvir spurningar og yvamál vóru viðgjørd, t.d. var nógv kjak um linjuføring, kostnað, tíðarætlan, fígging v.m. Ein kritiskur tíðindamaður setti m.a. einum verkfrøðingi, sum hevði nógvar royndir í tunnilsarbeiði, einaferð spurningin, hvat hann helt um hesa verkætlan, sum 5 tilvildarligir Toftamenn høvdu skotið upp og fyrireikað. Hann svaraði, at hann hevði fult álit á teimum upplýsingum, sum komu fram um verkætlanina, tí fyrireikarnir vóru sera væl kvalifiseraðir til tílíka verkætlan, tí teir høvdu nógva og viðkomandi vitan innan jarðfrøði, verkfrøði, løgfrøði, búskaparfrøði og politik.

Men, m.a. av politiskum orsøkum og av fíggjarkreppuni, sum rakti allan heimin í 2008, dróg tað út við verkætlanini. Ikki fyri enn í 2012, tá Kári P. Højgaard var blivin landsstýrismaður í innlendismálum, bragdaði aftur. Hann staðfesti, at áhugi ikki var fyri, at almennu Føroyar fóru undir tunnilsverkætlanina og fór tískil at kanna um privatir íleggjarar høvdu áhuga fyri verkætlanini. Hetta er helst ferskt í minninum hjá okkum flestu, og vit minnast, at avtala var klár at undirskrivað við CIP (Copenhagen Infrastructure Partners), fyrst tann 27. Juni 2013, og sum bleiv útsett til 31. August 2013.

Undirskrivngarstaðurin skuldi verða her í Løkshøll, og songkvinna var bíløgd, sum skuldi syngja til tiltakið. Nú eru vit so her, 6 ár seinni. Øll minnast piparnøturnar og politiska rokið, og tann søgan endaði við, at Kári P. Højgaard mátti takka fyri seg sum Innlendismálaráðharri.

Men eldur var komin í kyndilin aftur, tí minni enn eitt ár seinni, á summarmála 2014, samtykti eitt einmælt løgting at stovna eitt partafelag, at byggja og reka ikki minni enn 2 undirsjóvartunlar, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Hugskotið til verkætlanina, sum teir 5 toftamennirnir høvdu byrjað uppá og arbeitt við, var nú so gott, at tað kundi fíggja 2 undirsjóartunlar. Upprunaliga verkætlanin er tó nakað broytt, t.d. viðv. linjuføring og tunnilsmunnum.

Ein stórur partur av kostnaðinum, á so stórari verkætlan sum hesari, er fíggjarkostnaður. Í fyrstu kostnaðametingunum var fíggingin mett at kostað 7 prosent, og tá avtalan verður undirskrivað, gott 10 ár seinni, er fíggjarkostnaðurin gott og væl helvtina minni. Hetta hevur stóran týdning fyri burðardygdina í verkætlanini, og man kan siga, at tað tískil var heppi, at tað dróg út við at koma ígongd við arbeiðnum.

Nú 5 ár eftir samtyktina í løgtinginum, er boringin skjótt liðug, og tunnilin kann takast í nýtslu komandi ár. Fari at takka fyrireikarunum, sum eg havi nevnt frammanfyri, og politisku skipanini, fyri at Eysturoyartunnilin verður verunleiki.

Síðstu árini eri eg ofta spurdur, hvønn týdning og hvørja ávirkan tunnilin kemur at hava á Nes kommunu, Skálafjarðarøkið ella alt meginøkið sum heild. Eingin kann hava nakað endaligt svar, men eingin yvi er um, at tunnilssambandið millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin, eitt økið sum íalt fer at telja helvtina av landsins íbúgvum,  við føroya bestu náttúruhavn, fer at skapa ein dynamik, sum fer at hava góðar ringvirkningar við sær fyri alt meginøkið, ja allar Føroyar.

Fyrimunirnir við tunnlinum eru nógvir, vit koma spara tíð í ferðing, brúka minni brennievni til akførini, harvið minni CO2 útlát, tryggari ferðslu á vetrartíð, styttri teinar til handlar og tænastu osfr.

Stutti teinurin millum Skálafjørðin og Høvuðsstaðin ger, at áhugin fyri at búseta seg á Skálafjørðinum hevur verið vaksandi seinastu árini. Tá fyrsta skotið fyri tunlinum bleiv loyst av 21. Febr í 2017, búðu 1240 fólk í Nes kommunu, ídag, 2 ár seinni búgva 1337 fólk í kommuni, ein vøkstur uppá 100 fólk í 2 ár, ella knapt 8 prosent.

Vit í Nes kommunu hava alla tíðina stuðla undir hesa verkætlan og gleða okkum til koyrandi verður gjøgnum tunnilin næsta ár.

Ein tílík verkætlan, sum verður framd so tætt uppat øllum 3 kommununum, krevur nógv samstarv og gott samskifti. Nógvir hava fundirnir verið og nógv samskifti, og eg ynski at takka Teiti Samuelsen frá Tunnilsfelagnum, Torbjørn Jacobsen frá Runavíkar kommunu og Artur Johansen frá Sjóvar kommunu fyri gott og fyrimyndarligt samstarv.

Skaldið Hans Andrias Djurhuus skrivaði á sinni um okkum føroyingar – Saman at standa var ei okkum givið. Men tað kunnu vit ikki siga um hesa verkætlanina, síðani hon fór av bakkastokki fyri 5 árum síðani.

Til Tunnilsfelagið og NCC, til lukku við síðsta skotinum móti Rókini ídag og góða eydnu við tunnilsarbeiðnum frammyvir.

Takk fyri.